Maskinmeistari
Tá James Watt *** hevði sína fyrstu dampmaskinu, legði hann samstundis grundina undir tann nútímans ídnað og mekanisering, vit hava í dag, og skapaði hann soleiðis vinnuvegin hjá maskinmeistarum.
 

Maskinmeistarar eru tann bólkur av teknikarum, ið hevur verið knýttur tættast at ovurmikla framvøkstrinum á hesum øki í skjótt 200 ár.

 
Hesi orð standa sum inngangur til tað minnisrit, ið Maskinmestrenes Forening í Danmark gav út í samband við 100 ára minningarhaldið tann 1. apríl 1973, og tey staðfesta upprunan til maskinmeistarayrkið.
 
Teir fyrstu maskinmeistararnir vóru sjálvlærdir, meðan maskinmeistarar í dag eru teknikarar við eini fjølbroyttari útbúgving.
 
Vinnumøguleikar hjá maskinmeistarum kunnu lýsast í stuttum:
Verkstjóri, orkuráðgevi, vatnverksstjóri, umhvørvisráðgevi, umsitingarstjóri, trygdarstjóri, søluverkfrøðingur, góðkendur elinnleggjari, ketilpassari, kølimontørur osfr.
 
Hetta eru yrki, ið fevna um eitt breitt arbeiðsøki.