Um skeiðdeildina
Skeiðsdeildin hevur til uppgávu at skipa fyri skeiðum, sum krevjast fyri útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum.

Eisini skipar skeiðsdeildin fyri skeiðum og eftirútbúgvingum fyri navigatørum, maskinmeistarum og øðrum, sum eru í vinnu. Eitt nú fyri føroyska fiski- og handilsflotanum. Fyri føroyskum yvirmonnum í danska handilsflotanum, umframt yvirmonnum í øðrum útlendskum fiski- og handilsflotum.
 
Skeiðdeildin hevur serkønar skeiðshaldarar, sum ofta eisini hava eitt fast tilknýti til Vinnuháskúlan. Harumframt hava eisini aðrir føroyskir og útlendskir serkønir skeiðhaldarar, tilknýti til skeiðsdeildina.
 
Vinnuháskúlin skipar fyri nógvum ymiskum skeiðum, her er møguleiki at síggja hvørji skeið, sum eru góðkend av Søfartsstyrelsen.  TRÝST HER !


Vinnuháskúlin
hevur nú fingið nýggjan SIMULATOR fyri navigatørar, her kunnu tit síggja venjing hjá næmingunum har siglt verður frá kaj í Tórshavn. Hetta er klip frá Dagur og Viku hjá Kringvarpinum 04. okt. 2016.
TRÝST HER
 
 
Skeiðsyvirlit:

Her finnir tú kunning um hvørt skeið sær