LŠrarast°rv ß Vinnuhßsk˙lan

 

S°kt ver­ur eftir tveimum lŠrarum til maskinmeistara˙tb˙gvingina at byrja 1. august Ý 2020.

 

LŠrararnir skulu kunna undirvÝsa Ý einari ella fleiri av hesum lŠrugreinum:

  • Automatiˇn ľ undir hesum regulering, PLC forritan, "robotö forritan v.m
  • K°ling
  • Hydraulikk
  • Maskint°kni

 

Vit leggja dent ß at lŠrararnir:

  • duga vŠl at samstarva og samskifta
  • hava ßhuga Ý at lŠra frß sŠr
  • hava ein jaligan hugbur­ mˇtvegis lesandi og starvsfel°gum
  • stremba eftir at fßa bestu ˙rslitini
  • ßhaldandi vilja menna seg sjßlvan og sk˙lan
  • hava hegni og ßhuga Ý nřggjari t°kni
  • hava gˇ­ar mßlsligar f°rleikar, bŠ­i Ý skrift og talu
  • hava gˇ­ar KT f°rleikar

 

F°rleikakr°v

Ums°kjarar skulu hava ˙tb˙gving sum maskinmeistari, hava minst 2-ßra starvsroyndir og hava sta­i­ bachelor˙tb˙gving frß hŠgri lŠrustovni, ella vera Ý holt vi­ tilsvarandi ˙tb˙gving.

 

Hevur t˙ bachelor- ella kandidat˙tb˙gving Ý einari ella fleiri lŠrugreinum, ert t˙ eisini skikka­ur ums°kjari og kanst undirvÝsa Ý hesum lŠrugreinum.

 

Umsˇknir

Eru spurningar um starvi­, ert t˙ vŠlkomin at venda tŠr til Wilhelm E. Petersen, stjˇra, ß teldupostadressu wilhelm@vh.fo ella ß telefon 233250.

 

Umsˇkn saman vi­ vi­komandi prˇgvum og lÝvsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Vi­merk "LŠrarar til Vinnuhßsk˙lanö Ý yvirskriftina. Freistin at s°kja st°rvini er 12. mai 2020.

 

Sk˙lin tilskilar sŠr rŠtt til at velja millum innkomnar umsˇknir ella ikki at seta nakran av ums°kjarunum Ý starv.

 

Um Vinnuhßsk˙lan
Vinnuhßsk˙lin bjˇ­ar gˇ­ar og brei­ar ˙tb˙gvingar vi­ bestu lei­sluf°rleikum, i­ kunnu br˙kast bŠ­i ß sjˇgvi og landi. Vinnuhßsk˙lin fevnir um navigatiˇsnsk˙la, maskinmeistarask˙la, trygdardepil og skei­sdeild. F°royingar hava altÝ­ veri­ eitt siglandi fˇlk, og tÝ eru maritimu ˙tb˙gvingarnar eisini millum elstu ˙tb˙gvingar Ý F°royum. ┴ sk˙lanum starvast uml. 50 starvsfˇlk. Sk˙lin er ˙tgj°rdur vi­ nřggjastu t°kni til at stimbra og fj°ltßtta frßlŠruna. Les meira ß heimasÝ­u sk˙lans www.vh.fo