TÝ­indi

10 okt. 2019
Vitjan av jógvan Horn frá DNV-GL
“Tosa við klassan áðrenn skipið skal í dokk” Jógvan Horn, ið áður hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum, starvast í dag sum sýnsmaður hjá DNV-GL og fæst við at sýna skip fyri klassan. Sambært Jógvani, er tað av alstórum týdningi, at tosa við klassan, áðrenn skipið skal í dokk, um klassakrøvini og møgulig sýn, ið eru fyri. Hetta kann eisini fáa fíggjarligan týdning fyri reiðaríið, ið kann biðja um eitt samlað tilboð upp á alt, ið skal gerast, frá veitaranum. Tá ið skipið er í dokk, er harumframt týdningarmikið, at vakthavandi manning er á staðnum og fylgir við arbeiðnum, ið verður gjørt.
8 okt. 2019
S3 flokkur á vitjan umborð á Jaspis
S3 flokkur á vitjan umborð á JASPIS
26 sep. 2019
Gamli motorurin skal út !
Gamli motorurin á Sjómansskúlanum, sum hevur staði har síðan skúlin var bygdur, skal nú út at royna nýggjar leiðir í vinnulívinum í Vágum.
11 sep. 2019
17 Nýggir maskinmeistarar
Maskinmeistarin skrivar um nýggjar maskinmeistarar
11 sep. 2019
Maskinmeistarin skrivar
Maskinmeistarin skrivar um Bchelor
28 aug. 2019
Politiskur fundur á Vinnuháskúlanum
Politiskur fundur á Vinnuháskúlanum. Politiskur fundur var á Vinnuháskúlanum í morgun. Felagið fyri útisiglarar Antares skipaði fyri. Fitt av fólki var savnað til fundin. Lesandi, lærarar og útisiglarar.
27 jun. 2019
Vinnuháskúlin farin í summarfrí
Vinnuháskúlin farin í summarfrí. Byrja verður aftur 12. august 2019
9 mai. 2019
Nýggj útbúgving í maskinfrøði
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur nú góðkent eina nýggja útbúgving. Talan er um bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.
28 jun. 2018
Stefan G Joensen helst ynsgti skipsførari
Hevur júst fylt 20 ár og er helst yngsti skipsførari…... Hósvíksingurin - Stefan G. Joensen - sum fylti 20 ár hin 27. mai, fekk skipsføraraprógv 22. juni og er helst yngsti skipsførarin, sum hevur tikið prógv í nýggjari tíð.
31 mai. 2018
Verkætlan hjá M6 2018
Ein týðandi partur av tilgongdini at læra, er tann verkligi parturin. Á maskinmeistara útbúgvingini á Vinnuháskúla Føroya verur tí í ein vissan mun lagdur dentur á tann verkliga partin av undirvísingini. Í summum fakum er hettar beinleiðis grundarlagið av undirvísingini, men eisini eru fak har ynskiligt hevði verið at meira dentur hevði verið lagdur á tann verkliga partin.
30 mai. 2018
Av skúlabonki til sjólívið
Av skúlabonki út til sjólívið – frálandsreiðarí bjóðar føroyingum størv Veitst tú eina søgu? Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum? » Send inn Jan Müller 29.05.2018 - 16:19 Oljan > Nú frálandsvinnan hevur verið í einum aldudali, síðani ógvusligu oljupríslækkingina í 2014, eru nú tekin um, at tað aftur gongur rætta vegin. Fleiri og fleiri frálandsskip loysa og fara í drift, og tørvur er aftur á sjómonnum at manna skipini.
22 feb. 2018
Dugnaskaparskeið til stuttleikabátar
Í dag vóru nakrir av fleiri luttakarum, sum hava gingið til Dugnaskaparskeið til stuttleikabátar undir 20 BT og skjóttgangandi bátar hjá Kvøldskúlanum, á simulatorskeið á Vinnuháskúlanum.
21 des. 2017
Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari
Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari. Eyðbjørn greiddi okkum m.a. frá, um leiðsluavbjóðingar á sjógvi og landi, um at taka truplar avgerðir sum leiðari, og um vælvirkandi toymir. Eisini fingu komandi maskinmeistararnir og skipsførarnir høvi at royna seg í tvørfakligum toymum og leggja fram sínar hugsanir um leiðslu og samstarv.
11 des. 2017
Vitjan frá Betri Trygging
Fyrsta tíðin sum skipari er óivað ein avbjóðandi tíð hjá teimum flestu. Kemur tú, sum skipsleiðsla, í eina skaðastøðu, er týdningarmikið at tú boðar reiðaranum og tryggingini frá beinanvegin. Um talan er um hjálparveiting ella eina møguliga bjarging, og støðan ikki er hættislig ella bráfeingis, hugsa teg so væl um áðrenn tú skrivar undir...
27 nov. 2017
1. flokkur úr Sankta Frans Skúla
Fyrr í vikuni vitjaði ein 1. flokkur úr Sankta Frans Skúla á Vinnuháskúlanum.

Aftur | 1 2 3 4 | Fram