31 mai. 2018
Verkætlan hjá M6 2018
Ein týðandi partur av tilgongdini at læra, er tann verkligi parturin. Á maskinmeistara útbúgvingini á Vinnuháskúla Føroya verur tí í ein vissan mun lagdur dentur á tann verkliga partin av undirvísingini. Í summum fakum er hettar beinleiðis grundarlagið av undirvísingini, men eisini eru fak har ynskiligt hevði verið at meira dentur hevði verið lagdur á tann verkliga partin.
30 mai. 2018
Av skúlabonki til sjólívið
Av skúlabonki út til sjólívið – frálandsreiðarí bjóðar føroyingum størv
Veitst tú eina søgu?
Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn
Jan Müller
29.05.2018 - 16:19
Oljan >
Nú frálandsvinnan hevur verið í einum aldudali, síðani ógvusligu oljupríslækkingina í 2014, eru nú tekin um, at tað aftur gongur rætta vegin. Fleiri og fleiri frálandsskip loysa og fara í drift, og tørvur er aftur á sjómonnum at manna skipini.
21 des. 2017
Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari
Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari.
Eyðbjørn greiddi okkum m.a. frá, um leiðsluavbjóðingar á sjógvi og landi, um at taka truplar avgerðir sum leiðari, og um vælvirkandi toymir. Eisini fingu komandi maskinmeistararnir og skipsførarnir høvi at royna seg í tvørfakligum toymum og leggja fram sínar hugsanir um leiðslu og samstarv.
11 des. 2017
Vitjan frá Betri Trygging
Fyrsta tíðin sum skipari er óivað ein avbjóðandi tíð hjá teimum flestu. Kemur tú, sum skipsleiðsla, í eina skaðastøðu, er týdningarmikið at tú boðar reiðaranum og tryggingini frá beinanvegin. Um talan er um hjálparveiting ella eina møguliga bjarging, og støðan ikki er hættislig ella bráfeingis, hugsa teg so væl um áðrenn tú skrivar undir...
10 mai. 2017
Er tað kosher?
Gløgt er gestsins eyga, siga vit í Føroyum. At vera tilvitað um egna mentan og duga at samstarva við aðrar mentanir er týdningarmikið hjá okkum føroyingum. Serliga umborð á skipi. Slíkir førleikar eru týdningarmiklir hjá yvirmonnonum og reiðaríið at hava, og kunnu hesir førleikar vera avgerandi fyri góða samskiftið og samstarvið umborð og á landi.
13 mar. 2017
Aspirantútbúgving fyri maskinmeistarar
Nú kunnu føroyingar, ið ynskja at fara maskinmeistaraleiðina, byrja at gleða seg. Tí ein spildurnýggj og tíðarhóskandi útbúgvingarskipan er ávegis til teirra, sum ætla sær á Vinnuháskúlan í Havn at læra til maskinmeistara. Hon er meinlík henni fyri navigatøraspirantar, sum nú hevur verið roynd í tvey ár við góðum úrsliti.