14 apr. 2016
Vinnuháskúlin fingið simulatorar til undirvísingina í heilsulæru
Vinnuháskúlin fingið simulatorar til undirvísingina í heilsulæru.
Vinnuháskúlin hevur nýliga ognað sær tríggjar simulatorar/dukkur, ið skulu nýtast til frálæru í skeiðunum í heilsulæru. Hesir simulatorar verða nýttir til venjingar í ymiskum sjúkutilburðum, so sum hjartasteðg, brotnir limir, leggja dropp o.s.fr. Veitarin av hesum simulatorum hevur í vikuni verið á Vinnuháskúlanum og lagt lag á, hvussu hesir verða nýttir í frálæruni. Vinnuháskúlin kemur at nýta hesa framkomnu útgerð bæði til grundleggjandi frálæru til næmingarnar og til endurnýggjan av skeiðum.
16 mar. 2016
Sjórænarar eru eirindaleystir - Fyrilestur - Tummas Pauli og Finn
Finn Hansen við kumpassi, ið hann fekk frá flóttafólki teir bjargaðu. Høgrumegin Tummas Pauli Hansen.
Sera áhugaverdur fyrilestur, hósdagin 10. mars, frá Tummas Pauli Hansen og Finn Hansen, sum starvast hjá Mærsk.
Fyrilestrarnir vóru ætlaðir skipsføraraflokkinum S4 og maskinmeistaraflokkinum M5 í lærugreinini leiðsla, men ein rúgva av næmingum úr øðrum flokkum, eins og lærarar, komu eisini at lurta.
10 des. 2015
Bjargaði hálendskum skipara
Heðin Jørgensen í Miðvági, sum nú er skipsføraralesandi á Vinnuháskúlanum, hevði í dag eina framløgu á skúlanum fyri hinum næmingunum, um tá hann var við at bjarga einum hálendskum fiskiskipara, sum datt fyri borð av hálendskum skipi í Norðsjónum 09. sept. 2015.
Lesið meira um hendingina her niðanfyri....