Aspirantar fara á flot nú
Fyrstu aspirantarnir gleða seg at fara út á heimsins høv.

Nýggja aspirantskipanin er einki minni enn eitt nýbrot í føroyskari maritimari søgu, sigur stjórin á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen við Oljan.fo, nú fyrstu aspirantarnir fara í praktikk við skipum hjá Smyril Line, Skansi Offshore og Thor Offshore.

 

Nú sunnudagin fara teir fyrstu av tilsamans 11 føroyskum aspirantum frá Vinnuháskúlanum í Havn út á heimsins høv at royna seg sum sjógarpar. Teir skriva søgu, tí teir eru tað fyrsta liðið av næmingum í spildurnýggju aspirant-útbúgvingini í Føroyum.

 

Hetta er ein útbúgving, sum fer at gera tað nógv lættari og hugaligari hjá føroyskum ungdómi, sum ætlar sær sjóvegin – at gerast skipsførari í framtíðar føroyska flotanum. Og hon er ómetaliga týdningarmikil, skulu vit føroyingar framhaldandi kunna kalla okkum eina maritima tjóð.


Nýggju aspirantarnir, sum byrjaðu á Vinnuháskúlanum fyrst í august 2015, fara nú fyri fyrstuferð út at sigla sum aspirnatar við Føroyskum skipum.


Les meira um hetta frá oljan.fo